Atlantic fær tørv á stórum hjálparpakka

bannari
Atlantic fær tørv á stórum hjálparpakka
John Rajani og Klaus Rasmussen hava greinað avleiðingarnar, sum COVID-19 hevur havt á stóru ferðavinnufyritøkurnar
04.06.2020 - 15:54

Atlantic Airways hevði umleið 150 milliónir í tøkum peningi. Tí er felagið ikki illa fyri at standa ímóti eini kreppu, men kassin tømist skjótt, nú ferðin so at siga hevur verið sett niður í einki seinastu mánaðirnar.

Tí er sannlíkt, at felagið fer at hava tørv á einum stórum hjálparpakka. Tað sigur John Rajani, sum saman við Klaus Ramussen hevur gjørt eina greining uppá avleiðingarnar, ið COVID-19 hevur á stóru ferðavinnufyritøkurnar.

Í Degi og Viku í kvøld verður eitt longri innslag um Atlantic Airways, ið lýsir støðuna, sum felagið er komið í.

Kjak verður eisini í sjónvarpsstovuni millum løgtingsmenninar Høgna Hoydal, Christian Andreasen og Henrik Old.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444