Tók 18 minuttir hjá tyrluni at koma fram

Tók 18 minuttir hjá tyrluni at koma fram
Tað tók trý korter at fáa neyðugu hjálpina til Nólsoyar, tá ein kona gjørdist bráðfeingis sjúk. Men eftir at Tyrlutænastan fekk boðini gingu 18 min.
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
15.06.2020 - 19:26

Tað var leygardagin, at ein kvinna í Nólsoy gjørdist sjúk og hevði brúk fyri bráðfeingshjálp. Tó tók tað út við trý korter, til tyrlan var í Nólsoy. Nakað, sum tey á staðnum upplivdu sum skakandi.

Tyrlutænastan hevur eina avtalu við landsstýrið, um at tað ongantíð skal ganga meira enn ein tími, til tyrlan er á flogi. Tað tók trý korter at fáa neyðugu hjálpina til Nólsoyar, tá ein kona gjørdist bráðfeingis sjúk.

Hagtølini hjá tyrlutænastuni vísa tó, at tað tók 18 minuttir hjá tyrluni at koma fram, eftir at Tyrlutænastan fekk boðini. Sambært tyrlutænastuni tekur tað í miðal eitt korter til tyrlan er á flogi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. juli
Morgunlestur týsdagur 22. juli 2025
194833
Mánadag 21. juli
Poppverturin
194207
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844
Leygardag 19. juli
Video: 10 Mannafør á Vestanstevnu 2025
194738