Sernám hjálpir ikki børnum við ADHD

Sernám hjálpir ikki børnum við ADHD
Foreldur at børnum við ADHD stríðast eisini við at fáa røttu hjálpina frá Sernámi til børn síni
29.06.2020 - 19:43

Foreldrini halda ikki, at tey fáa eina útgreinan og eina diagnosu nóg tíðliga, og so fáa tey heldur ikki røttu ráðgevingina aftaná.

Sjónvarpið hevur boðið Margreth Olsen, stjóra á Sernámi, at svara atfinningunum, men hon hevur fyribils borið seg undan bæði í kvøld og í morgin.

Hon skrivar kortini í skrivligari viðmerking, at mannagongdirnar í Sernámi hava ikki verið nóg greiðar.

Vit eru komin nøkur stig longri nú, og vit vilja eisini fegin í dialog við eitt nú ADHD-felagið, sigur Margreth Olsen.

Hon skrivar, at tá, ið talan er um ávísing til Barna- og ungdómspsykiatriina, hevur Sernám møguleika at ávísa, tá illgruni er um til dømis menningarórógv í einum máli, sum Sernám er partur av.

Annars er kommunulæknaskipanin inngongdin til sjúkrahúsverkið fyri allar borgarar í Føroyum, og tað er hagar, ið foreldur kunnu venda sær, um tey eru stúrin um barnið.

Foreldur eru vælkomin at venda sær til tann stovn ella skúla,  barnið gongur í, í mun til tær avbjóðingar, ið foreldrini uppliva, ella beinleiðis til Sernám. Sernám samstarvar við skúlar og dagstovnar, og okkara tænasta er partur av tí hjálp og ráðgeving, ið samanlagt verður veitt eitt nú foreldrum at børnum við avbjóðingum.

Mannagongdirnar í Sernámi hava ikki verið nóg greiðar, og tískil hava vit ikki kunnað nærri um tær. Vit eru komin nøkur stig longri nú, og vit vilja fegin dialog við eitt nú ADHD-felagið, og vit vilja bjóða teimum til fundar í næstum, sigur Margreth Olsen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444