Fyrra turbinan flotað

Fyrra turbinan flotað
Sjóvarfalsorka kann gerast eitt stórt stig á grønu kósini, sigur SEV, nú fyrra av tveimum turbinum verður sett út í Vestmannasund
29.06.2020 - 19:37

Fyrsta dagin verður fyrra turbinan sett út í Vestmannasund, sum skal framleiða streym úr sjóvarfalsorku. Verkætlanin er eitt samstarv millum SEV, Minesto og svenska orkustýrið. Kostnaðurin er 40 milliónir krónur og helvtina rindar Horizon granskingarpengar hjá ES.

Skipanin er øðrvísi á tann hátt, og hon stendur ikki føst í sjónum, men ferðast í einum áttatali og dugir sjálv á at skyna, at hon vendir upp ímóti sjóvarfallinum.

Parturin hjá SEV er at gera klárt at taka ímóti tí streymi, sum drekin ella sjóvarfals-turbinan framleiðir.

Seinni í ár verður ein dreki aftrat settur út í Vestmannasund, har teir skulu vera í umleið tvey ár, tá verkætlanin verður eftirmett.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444