Sandoyggin skal venda gongdini

Sandoyggin skal venda gongdini
Tað er vónleyst at fáa fólkavøkstur í Sandoynna, um barnafamiljur ikki fáa nakað at búgva í
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
14.07.2020 - 21:07

Fyri trimum árum síðan flutti Jógvan Vest aftur í heimbygdina við konu og børnum. Konan er úr Havn og vildi í fyrsta umfari vita, um tað var nakað fyri hana.

Men tað var ikki bara sum at siga tað. Tað er trupult at fáa nakað at búgva í. Á Sandi standa okkurt um 70 hús tóm um veturin, tí tey vera brúkt sum summarhús.

Tjena fáar pengar

Kommunurnar í Sandoynni eru ikki so væl fyri, sammett við nógvar aðrar kommunur í landinum. Fólkatalið minkar, og tað renna lutfalsliga færri pengar inn í kommunukassarnar.

Dennis Holm, borgarstjóri í Vági og formaður í Kommunufelagnum, ávarar ímóti gongdini, ið kann elva til, at vit fáa A-kommunur og B-kommunur í Føroyum.

Sandoyartunnilin gevur 

Gongst sum ætlað verður koyrandi í Sandoyartunnlinum í 2023. Við tunlinum verður gott grundarlag og ríkir møguleikar at venda gongdini.

Kommunalval verður í heyst, og uppgávan hjá komandi bygdarráðunum verður at fyrireika oynna til Sandoyartunnilin.

Brandur Sandoy, løgtingsmaður, og Bryndis í Dali, leiðari á Visit Sandoy, vóru í sjónvarpsstovuni skiftu orð um, hvørji átøk eru neyðug at gera.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. juli
Veðrið
194969
Hósdag 24. juli
Motorarnir og maðurin
194948
Mikudag 23. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194872
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844