- Tíðindi, mentan og ítróttur
Telja framvegis atkvøður í USA
Telja framvegis atkvøður í USA
Í løtuni verður bíðað eftir úrslitinum úr Arizona, Georgia, Nevada, North Carolina og Pennsylvania
05.11.2020 - 19:34
Vinnur Biden í tveimmum av statunum - ella bara í Pennsylvania - vinnur hann forsetavalið. Trump skal hinvegin vinna í Pennsylvania og fýra øðrum, skal hann halda fram sum forseti.
Mótmælisgongur hava verið fleiri staðni í USA eftir forsetavalið. Hetta eru viðhaldsfólk hjá Trump, sum vilja vera við, at valsvik er farið fram.
Trump hevur róð framundir, at alt er ikki farið rætt fram, og sakførarar hjá Trump hava seinasta samdøgrið fyrireikað sakarmál fyri at steðga uppteljingini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


















