Gløsini brotnaðu í eitt ár, men so hendi okkurt

Gløsini brotnaðu í eitt ár, men so hendi okkurt
Ruth Heinesen dugdi ikki at blása glas, tá hon gjørdi stóra íløgu í ein ovn. Eitt ár og eina útlendska vitjan seinni, byrjaðu gløsini at líkjast
26.02.2021 - 13:48

Fá munnu vita, at eitt glasblásarí liggur við Karlamagnusarbreyt í Hoyvík. Har inni stendur ein ovnur, sum etur streym alt samdøgrið.

Í eitt heilt ár koyrdi hann uttan at gera stórvegis til nyttu, tí gløsini, sum skuldu liggja í ovninum, ofta brotnaðu áðrenn ella aftaná.

Ruth Heinesen, sum keypti ovnin, gjørdi tað, hon kallar fyri gólv-modellir (eitt fittari orð fyri glas, sum fer í knús) í eitt heilt ár.

Men so kom ein útlendingur á vitjan og legði henni lag á. Og knappliga, so byrjaði at líkjast.

Hetta seinasta árið, meðan korona hevur herjað, hava hon og hennara hjálpari í stillum framleitt eina rúgvu av kannum, lampum og øðrum úr glasi.

Sí alla sendingina Lyst 39

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537