Kann enda sum politimál

Kann enda sum politimál
TAKS er farið at kanna málið, har eitt felag í FAS er brúkt til at sleppa undan at rinda skatt í Namibia
Eyðun Mørkøre, stjóri í TAKS
11.03.2021 - 19:44

Í sendingini "Teir ómettiligu", sum varð send her í kringvarpinum týskvøldið, varð víst á, at eitt felag í FAS, føroysku altjóða skipaskránni, verður brúkt til at sleppa undan at rinda skatt í Namibia. Tað er TAKS, sum hevur eftirliti við, at tílíkt ikki skal henda.

– Mín fyrsti tanki var, at hetta er eitt "lorta mál", sigur Eyðun Mørkøre, stjóri í TAKS.

TAKS fer nú at kanna ítøkiliga málið, har roynt hevur verið at sleppa undan at rinda skatt.

– Vit hava ongantíð áður sæð líknandi mál. Enn er ov tíðliga at gera nakra ítøkiliga niðurstøðu, men tað er ikki óhugsandi, at málið endar sum eitt politimál, sigur Eyðun Mørkøre.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329