- Tíðindi, mentan og ítróttur
Verjin: Ein sorgarsøga burturav
Føroya rættur dømdi fyrrapartin Kim Anders Olai Nielsen trý ára fongsulsrevsing fyri neyðtøku og neyðtøkuroynd móti trimum dreingjum í hálvt triðja ár frá 2017 til desember 2019.
Kim Anders Olai Nielsen varð av Føroya rætti dømdur at rinda 65.000 kr í endurgjaldi til offrini. Dómsvaldið gjørdi eisini av, at hann ikki má hava ung undir undir 18 ár í íbúð síni, hann má ikki vitja fólk, sum hava børn búgvandi og hann má heldur ikki seta seg í samband við børn undir 18 ár á internetinum, tá ið hann er liðugur sita dómin.
-Hetta er ein sorgarleikur, sigur verjin hjá dømda, Jógvan Páll Lassen.
Ákæruvalið umhugsar at kæra dómin, sigur Bjørk Maria Kunoy, ákærufulltrúi.
Jógvan Páll Lassen, verjuadvokatur, og Gvøðbjørg West, leiðari í Kris, vitjaðu í sjónvarpsstovuni.