Sverri nøgdur við silvurið

Sverri nøgdur við silvurið
Tað eydnaðist ikki Sverra Sandberg Nielsen at verja og vinna EM-heitið í einskullara í Varese. Men miðvingurin er væl nøgdur við silvurið
12.04.2021 - 18:55

Sverri Sandberg Nielsen endaði á øðrum plássið í royndini at verja evropameistaraheitið, sum hann vann í oktober í fjør.

Tað varð Oliver Zeidler úr Týsklandi, sum fór við gullinum. Kortini var miðvingurin væl nøgdur.

Sum so haldi eg, at tað var, so gott sum tað kundi verið í gjár. Eg skuldi kanska havt koyrt eitt sindur harðari á á teimum mittastu 1000 metrunum, sigur Sverri Sandberg Nielsen.

Miðróðurin var ikki eins góður, og miðvingurin ætlaði, men seinasta fjórðingin av 2000 metra teininum setti Sverri Sandberg Nielsen ferð á og róði frá grikkanum, Stefanos Ntouskos, sum hann hevði ligið undir liðini á.

- Tá hugdi eg meir eftir týskaranum - um eg kundi fara framvið honum - men eg byrjaði helst eitt sindur ov seint við tí royndini, sigur 27 ára gamli rógvarin.

Koronusjúkan hevur ikki ávirkað

Síðst í november fekk Sverri Sandberg Nielsen staðfest koronu á venjingarlegu í Portugal. Hann sigur seg einki merkja einki til sjúkuna nú og hevur ongar eftirfylgir.

Men eg misti næstan tríggjar vikur av venjing, og tað er sjálvandi ikki ynskiligt, sigur Sverri Sandberg Nielsen, sum nú venur fram ímóti World Rowing Cup II, sum verður í mai.

Eftir tað bíðar størsta málið, Olympisku Leikirnir í Tokio.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418