Beinbrot elvt til kæru

Beinbrot elvt til kæru
Í dysti móti KÍ mikudagin varð evnaríka Fridrikka Clementsen úr AB/B71 ógvusliga feld og breyt beinið. Nú hava B71 og AB kært hendingina til FSF
10.05.2021 - 19:11

Hon telist millum evnaríkastu fótbóltsspælararnar í landinum, og hevði longu skotið tvey frálík mál í Betri-deildini fyri botnliðið, AB/B71. 

Men Fridrikka Clementsen verður ikki at síggja aftur á vøllinum í bræði. Í dysti móti KÍ mikukvøldið varð hon feld av Duritu Hummeland og mátti berast av vøllinum. Tað varð seinni staðfest, at hon hevði álvarsligt brot í øðrum knænum. Nú er hon skurðviðgjørd, og hon skal helst sita uttanfyri í minst eitt ár.

Dómarin, Andras Frederiksberg, gav KÍ-spælarinum gult kort, og tað er millum annað tí, at B71 og AB hava kært til Fótbóltssamband Føroya. 

 - Tá eg morgunin eftir hevði fingið sendandi hetta videobrotið, var eg faktiskt ordiliga skelkaður líka sum tey frá AB/B71, sum vóru til dystin og sóu hendingina, sigur Karl Vidtfeldt, formaður í B71.

Í kæruni stendur millum annað soleiðis:

 - Vit vilja vísa á, at gult kort fyri eina týðiliga hasarderaða beinbrotstakling er burturvið lin døming og FSF átti at farið inn og broytt avgerðina til, í fyrsta lagi útvísing og síðan tikið upp, hvørt leikarin átti at fingið longt leikbann.

 - Harnært ynskja vit at vísa á, at beint eftir taklingina, vísir sjálvasti liðskiparin hjá KÍ-kvinnum, Sanna Svarvadal, sera vánaligan ítróttaranda, tá hon ber bóltin yvir til skadda leikaran, sleppur honum, og fortelir henni og leikarum okkara, at hon og tær burdu hildið seg í 1. deild og burtur frá Betri Deildini, har tær ikki hoyra heima.


Tá Kringvarpið var í sambandi við KÍ fyrr í dag, hevði felagið ikki formliga móttikið klaguna, men høvdu hesa skrivligu viðmerkingina.

 - Í KÍ eru vit hørm um allar keðiligar og óhepnar hendingar á vøllinum. Í hesum føri rakti ein keðiligur skaði AB/B71-leikara, og vit eru øll sera hørm hennara vegna. Vit meta ikki at leikarar við vilja royna at skaða annan leikara!

 - Hinvegin kunnu vit nevna, at KÍ-kvinnur longu nú í hesum kappingarárinum hava upplivað fleiri skaðar, ógvusligan atburð og ógvusliga málageipan. Tað fara nógvar hendingar fram í einum fótbóltsdysti, og tað ber snøgt sagt ikki til at spæla, um vit skulu senda kærur um allar hendingar, ið fara fram gjøgnum kappingarárið. Sum sagt, tað merkir ikki at vit ikki harmast vegna leikaran. Sjálvsagt harmast vit
.

Dómarin, Andras Frederiksberg, viðgekk, at tað var eitt mistak ikki at geva reyða kortið.

 - Í dystinum meti eg taklingina, sum var gjørd við vinstra beini at vera 'hasarderaða'. Vinstra beinið meti eg ikki vera upp frá vøllinum, hóast tað var strekt. Tað var orsøkin til, at eg gav gult kort.

- Men tað, sum eg ikki síggi, er, at høgra beinið ger tað álvarsligara brotið á AB/B71-leikaran. Tað er einki at ivast í, at KÍ-leikarin skuldi havt fingið reytt kort fyri leik, sum í álvarsligan mun ikki er loyvdur, sigur Andras Frederiksberg í skrivligari viðmerking.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851