Verkbannið verður linkað

Verkbannið verður linkað
Í morgin verður verkbannið hjá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum linkað
08.06.2021 - 19:39

Fíggjarmálaráðið sigur í kvøld, at 48 námsfrøðingar, sum ikki vóru til arbeiðis í dag, skulu aftur til arbeiðis í morgin. Tað ger góðan mun í Skúlanum á Trøðni.

Har var støðan annars óviss í morgun, tá børn við serligum tørvi vóru biðin um ikki at koma í skúla.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, segði við útvarpið í kvøld, at 48 limir í Pedagogfelagnum, sum hava verið fevndir av verkbanninum, skulu aftur til arbeiðis í morgin.

Tað merkir, at allir 91 næmingar í fólkaskúlunum og á Skúlanum á Trøðni sleppa aftur í skúla í morgin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329