Eingi homofrí økir í Føroyum

Eingi homofrí økir í Føroyum
"Málið við pride-ini er at spreiða kærleikan," segði Siri Súsonnudóttir Hansen, fyriskipari, tá Faroe Pride fór rekkjukoyring kring Skálafjørðin, áðrenn endað varð í Havn
27.07.2021 - 19:28

"Kynsvilla er sálarsjúka," stóð á mótimælisskelti í Runavík, tá Faroe Pride-rekkjukoyringin kom framvið. 

Tað var einasta sjónliga mótimæli, tá øðrvísi Faroe Pride-in í ár varð skipað sum rekkjukoyring orsakað av koronastøðuni. 

Faroe Pride 2021

Frítekst tagging: 

Endamálið við pride-ini er ikki at provokera, men tvørturímóti at spreiða kærleika og feira lívið,  segði Siri Súsonnudóttir Hansen, fyriskipari. 

Faroe Pride 2021

Frítekst tagging: 

Og tað var upplagt at koyra runt Skálafjørðin, helt Siri Súsonnudóttir Hansen, sum sjálv er søldfirðingur. 

"Tað finnast nógv góð og stuðlandi fólk kring Skálafjørðin. Og vit eru so heppin í Føroyum, at tað ikki finnast homofrí økir her, sum eitt nú í Póllandi."

Røðari á ársins Faroe Pride 2021 var danski sjónleikarin Jakob Fauerby. Jakob Fauerby, sum vit kenna frá Vild med dans, hevur spælt við í fleiri filmum, sjónvarpsrøðum, og so hevur hann nógvar royndir við revyum í Danmark. 

Í 2020 vann hann heiðurin sum ársins LGBT+ persónur til Danish Rainbow Awards.

HER ER RØÐAN, SUM VAR TIKIN UPP FRAMMANUNDAN. 
 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584