VIDEO: Brimið fór við trappugrótinum við Gjógv

VIDEO: Brimið fór við trappugrótinum við Gjógv
Serliga trappugrótið, ið hevur staðið niðri í fjøruni við Gjógv síðani upphav Føroya, stendur ikki longur. Ein stórur missur fyri bygdina, heldur Asfinn Sigvardsen
06.01.2022 - 22:50

"Hetta er ein vanlukka."

So harmur er gjáarmaðurin Asfinn Sigvardsen, tá hann mátti sanna, at serliga jarðfrøðiliga-fyribrigdið, sum gjáarfólk kalla trappugrótið, var farið í ógvusliga uppganginum herfyri. 

Asfinn Sigvardsen

Frítekst tagging: 

 

"Jarðfrøðingar og lærarar eru komnir her við næmingum, bara fyri at vísa teimum hetta serliga fyrbrigdi," greiðir Asfinn Sigvardsen frá. 

Sum piltur plagd hann sjálvur at renna úr fjøruni niðan eftir trappugrótinum og niðan á Gula klett við sjálva gjónna. 

"Tey, ið vilja síggja hetta jarðfrøðiliga-fyribrigdi, mugu skunda sær, tí tað er nokk alt horvið, tá næsti uppgangur hevur verið," staðfestir Asfinn Sigvardsen harmur. 

 

Restirnar av serliga trappugrótinum liggja nú spjaddar yvir alla fjøruna við Gjógv - tær, sum ikki eru farnar í havið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Leygardag 11. mai
Upp á tá - 100524
174925
Leygardag 11. mai
Vikan 11. mai 2024
174917
Leygardag 11. mai
Morgunlestur leygardagur 11. mai 2024
174299
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843