Estetiskur fimleikur aftur í Klaksvík

Estetiskur fimleikur aftur í Klaksvík
Klaksvíkar Fimleikafelag hevði lið við í estetiskum fimleiki fyri fyrstu ferð í langa tíð, og nú vóna tey, at fáa fleiri lið upp at standa
31.01.2022 - 14:51

Fyri fyrstu ferð í nógv ár, hevði Klaksvíkar Fimleikafelag lið við í estetiskum fimleiki.

Liðið, Aura, kappaðist í bólkinum 8-10 ár.

 - Vit høvdu hug at gera tað og høvdu venjarar til tað, sigur Talita Hanusardóttir Gregersen, venjari.

Nýggja liðið endaði á fjórða plássi við 8,22 stigum, men tað tekur ikki mótið frá teimum. Málið er at fáa meir enn 10 stig.

Eitt annað mál er at fáa fleiri lið upp at standa í Klaksvík.

 - Hetta er byrjanin, og vónandi veksur tað, men vit vita ikki, tí vit hava ikki hølini til tað, sigur venjarin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. juni
Jambalaja - 010624
175948
Leygardag 1. juni
Upp á tá - 310524
175947
Leygardag 1. juni
Morgunlestur leygardagur 1. juni 2024
175694
Fríggjadag 31. mai
Vikuskiftið 31 mei 2024
175919
Nýggjastu sendingar í SV