- Tíðindi, mentan og ítróttur
Páll Fangi fer eftir FM-heitinum
Páll Fangi fer eftir FM-heitinum
Páll Fangi úr Klaksvík vann sín triðja sigur á rað hjá 6-mannaførunum á sundalagsstevnu. Í fjør vóru teir ov stuttir til FM, men í ár ætla teir sær gullið
20.06.2022 - 18:29
Eins á á norðoyar- og eystanstevnu vann Páll Fangi róðurin hjá 6-mannaførum á sundalagsstevnu.
- Vit hava havt góðar vónir í ár í mun til í fjør, sigur Símun Heinesen á Páll Fanga.
- Vit ætla at vinna allar róðrarnar og FM-heitið eisini.
Tostin eftir føroyameistaraheitinum er stórur umborð á bátinum úr Klaksvíkar Róðrarfelag.
- Nú eru vit nakrir, sum hava róð í fleiri ár, men vit hava rættuliga fá um nøkur føroyameistaraheiti, so í ár ætla vit at taka tað, sigur Símun Heinesen.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV