- Tíðindi, mentan og ítróttur
Róðursfólkið hevur alstóran týdning
Róðursfólkið telur helvtina.
Tað sigur Jannie Dan Jacobsen, sum enn einaferð stýrdi Jarnbardi til sigurs á jóansøku um vikuskiftið.
Bogi Olsen, formaðurin í kappróðrarfelagnum NSÍ, er samdur.
- Tað eru øgiligir summarfuglar í búkinum á rógvarunum, tí nógv stendur upp á spæl, sigur hann.
- At merkja, at tú hevur ein stýrimann, sum hevur tamarhald á tingunum, skapar ró hjá manningini.
Pedagogiskar gávur hjálpa
Tú krevst at hava góðar pedagogiskar gávur, um tú skalt vera gott róðursfólk.
- Tú mást vera kritiskur upp á ein konstruktivan máta. Tað nyttar ikki bara at rætta, tú mást samstundis lyfta upp, sigur Jannie Dam Jacobsen.
Tað kemur serliga teimum ungu manningunum til góðar, at róðursfólki hevur royndir í kappróðri.
- Allar tær royndir og øll tann vitan, eg havi, kann eg onkursvegna bera víðari til hesar ungu damurnar, sigur Sarita Maria Hansen.