Stórt trýst á føroyaleiðini

Stórt trýst á føroyaleiðini
Stórt trýst er á føroyaleiðini hjá Atlantic Airways í løtuni, og tað er torført at keypa ein ferðaseðil úr Keypmannahavn til Føroya.
08.07.2022 - 17:49

Skalt tú flúgva úr Keypmannahavn til Føroya næstu vikuna, so er so at siga útselt á leiðini.

Hetta er háárstíðin, tá fólk flúgva, og flogferðsan er aftur á sama stigi, sum hon var undan korona fór at herja. Harafturat hava flogskiparnir hjá SAS verið í verkfalli síðani mánadagin, og tað hevur eisini ávirkað flogferðsluna til Føroya.

Stjórin í Atlantic Airways sigur, at flogfelagið arbeiðir við at loysa trupulleikan.


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV