Bíðirøð við Havsbrún

Bíðirøð við Havsbrún
Svartkjaftaveiðan er byrjað og fleiri skip bíða eftir landingartørni hjá Havsbrún í Fuglafirði. Christian í Grótinum tímir ikki at bíða eftir tørni og fer til Íslands
06.01.2023 - 18:36

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum sigur, at hetta málið er komið á borðið hjá honum, og at tey í Fiskimálaráðnum eru farin undir at gera eina kunngerð.

-Vit ásanna, at hetta er ein trupulleiki, og fara at gera frávik, soleiðis at tað fer at bera til at landa svartkjaft uttanlands - meira, enn tey fimtan prosentini, sum nú eru loyvd.

Nøgdinar av svartkjafti í ár eru nógv størri, enn undanfarin ár, og fiskiskapurin sera góður. Tí kann blíva biðitíð at landa, sigur Dennis Holm.

Kunngerðin, sum fer at loyva undantøkum at landa uttanlands eitt ávíst tíðarskeið, er í gerð í Fiskimálaráðnum.

Hon skal til hoyringar og eisini fyri á landsstýrisfundi.

Dennis Holm roknar við, at kunngerðin verður lýst í seinnu helvt av næstu viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV