VIDEO: Teir vóru ikki altíð so foytir...

VIDEO: Teir vóru ikki altíð so foytir...
Í sendingini Foytar greyðir kokkast teir báðir Tróndur Vatnhamar og Kári Sólstein, og har verður sjáldan spart uppá feittið. Men teir vóru ikki altíð so foytir...
09.02.2023 - 11:18

Tað hendir seg mangan, at gomul og skemtilig videobrot síggja dagsins ljós aftur. Soleiðis er tað eisini við júst hesum videobrotinum. 

Í dag gera teir báðir Kári Sólstein og Tróndur Vatnhamar millum annað matsendingina Foytar greyðir saman. Tað verður - í øllum førum í tveimum teimum fyrstu partunum - ikki spart uppá feittið. Tað eru jú foytar greyðir, sum teir taka til. 

Men tað hevur ikki altíð verið so. Í 2001 arbeiddu teir á hvør sínum miðli. Og tá sendast skuldi frá spennandi Prix Føroyar-tiltakinum í Miðvági, vóru teir eisini á staðnum. Og sum videobrotið vísir, so vóru teir ikki altíð so foytir. 

Síðsti partur av Foytum greyðum er í sjónvarpinum í kvøld eftir Dag og viku. Sendingin er eisini tøk á heimasíðu okkara longu nú. Tú finnur hana her

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444