Sverri Sandberg Nielsen: - eg vil trýsta týskaran meira

Sverri Sandberg Nielsen: - eg vil trýsta týskaran meira
Fyri fyrstu ferð síðan olympisku leikirnar í Tokyo, róði Sverri Sandberg Nielsen í eini finalu. Miðvingurin tryggjaði sær pláss til EM, har hann ætlar at trýsta Oliver Zeidler
08.05.2023 - 17:00

Fyri fyrstu ferð síðan OL í Tokyo fyri tveimum árum síðan, kappaðist Sverri Sandberg Nielsen í eini finalu.

Á ársins fyrstu World Cup-stevnu, sum var í Zagreb um vikuskiftið, vann miðvingurin silvur og tryggjaði sær samstundis pláss í danska EM-einskullaranum.

 - Eg fekk eina nokkso bleyta introduktión til kappróðurin til kvart- og hálvfinalurnar. Tað var rímiliga lætt at koma ígjøgnum tað, men í finaluni fekk eg roynt, hvussu eg liggi í mun til toppelituna, tí týskarin, Ollie, plagar altíð at klára seg gott, sigur Sverri Sandberg Nielsen.

Júst gamli kappingarneytin, Oliver Zeidler, var væl rógvandi, og endaði á leið trý sekund frammafyri Sverra Sandberg Nielsen.

Umframt kappingina við sterka týskaran, skuldi føroyingurin halda liðfelagan á danska landsliðnum, Bastian Secher, aftanfyri seg. Tað gekk upp á stás, og bæði EM og HM-plássið í einskullaranum er tryggjað.

 - Eg mátti syrgja fyri, at eg vann á Bastian, og eg vildi helst vinna rímiliga stórt, so at eg tók einskullaran, og hann má finna sær okkurt annað at rógva, sigur miðvingurin, sum endaði góð 10 sekund frammanfyri danan.

Um tríggjar vikur er EM á skránni, og seinni í ár snýr tað seg um World Cup-stevnur og HM, har OL-plássið stendur upp á spæl.

 - Tað er tað, sum hevur størstan týdning, men eg vil eisini fegin fáa so góð úrslit sum gjørligt. Nú skulu vit til EM um tríggjar vikur, og sjálvt um tað gekk fínt um vikuskiftið, kundi eg hugsað mær at trýsta týskaran eitt sindur meira, og vónandi kann eg taka eitt heiðursmerki afturat, sigur Sverri Sandberg Nielsen.  

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. mai
Góðan morgun Føroyar
175168
Hósdag 16. mai
Morgunlestur hósdagur 16. mai 2024
174856
Mikudag 15. mai
Morgunlestur mikudagur 15. mai 2024
174855
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958