- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sílið fekk reytt kort
Sílið fekk reytt kort
Tað var dramatikkur í samband við róðurin hjá dreingjum, 17-18 ár, á jóansøku. Róðurin var skotin av, og Sílið fekk reytt kort frá dómarunum. Tað var hart dømt, helt manningin
26.06.2023 - 20:46
Dreingirnir á Sílinum og hinum bátunum í 5-mannførum við dreingjum, 17-18 ár, høvdu ikki róð nógvar metrar, áðrenn róðurin var skotin av.
Skjótt varð greitt, at Sílið hevði fingið reyða kortið frá dómarunum fyri at stýra skeivt. Hetta var stórt vónbrot, og manningin úr Havnar Róðrarfelag helt, at tað var hart dømt.
- Vit hava vant sera hart alla vikuna til akkurát hesa stevnuna, tí vit vóru so nær við á sundalagsstevnu, segði Sjúrður Eysturoy av Sílinum.
Fípan Fagra (KRF) vann róðurin suverent frammanfyri Drekan (HR), Koll (KÍF) og Rókin (MR).
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV