- Tíðindi, mentan og ítróttur
Isak Brisenfeldt: Nøgdur og tó
Hann hevur vunnið so nógv heiðursmerki síðstu árini, at hann hevur tikið tey av vegginum og tveitt tey í eina spann, og Isak Brisenfeldt úr Havnar Svimjifelag gjørdi aftur vart við seg á Føroyameistarastevnuni á stuttgeil um vikuskiftið.
Ungi svimjarin vann fleiri enn 20 heiðursmerki, men hann iðraði seg kortini um, at hann ikki rakk steypinum fyri besta avrik, sum Líggjas Joensen fór avstað við.
- Tað gekk betur, enn eg hevði væntað, men tá tað gekk so væl, hevði eg vilja fingið eitt sindur betri úrslit, so eg eri nøgdur, men ikki nøgdur, segði 17 ára gamli svimjarin.
Líggjas Joensen vann steypið fyri flest AQUA-stig við 721 stigum - eitt frammanfyri Isak Brisenfeldt, sum hevur ment seg frá at vera serfrøðingur í firvaldssvimjing til at vera ein sterkur frísvimjari á longru teinunum.