- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fáir seniorar til FM
Føroysku svimjararnir gevast tíðliga.
Tað sást aftur til Føroyameistarastevnuna á stuttgeil um vikuskiftið, har fáir seniorar kappaðust um heitini.
- Vit mugu hyggja inneftir og vita, hvat tað er, vit skulu gera fyri at halda upp á tey eitt sindur longur, sigur Jón Bjarnason úr svimjinevndini hjá Svimjisambandinum.
Fleiri evnaríkir svimjarar teljast millum føroysku juniorarnar, og føroysku svimjifeløgini hava ábyrgdina av, at tey ikki gevast ov ung.
- Tey mugu gera tað meira lokkandi at vera ein partur av svimjingi, tí tað eru ikki øll, sum hava hug at venja 10, 11 ferðir um vikuna, og tað er har vit oftani eru, sigur Jón Bjarnason, sum í nógv ár var venjari hjá Páli Joensen.