- Tíðindi, mentan og ítróttur
FM á stuttgeil: Róa rakk ikki
FM á stuttgeil: Róa rakk ikki
Blaðunga Róa Trýgvadóttir hevði sett sær fleiri ítøkilig mál síðsta FM-dagin, og hóast hon ikki rakk teimum øllum, kundi Ægir-svimjarin fegnast um eina frálíka stevnu
13.11.2023 - 15:30
Hon setti sær fleiri ítøkilig mál á síðsta FM-degnum.
Blaðunga Róa Trýgvadóttir, sum svimur í Ægir, er úr svimjifamilju í Eysturoynni, og vann eina ørgrynnu av heiðursmerkjum bæði fríggjadag og leygardag, nú føroyameistarastevnan á stuttgeil var í Havn.
Sunnudag var ætlanin hin sama, men 15 ára gamli svimjarin hugsaði líka nógv um tíðirnar sum um heiðursmerkini.
Vit fylgdu Róu Trýgvadóttir á seinasta FM-degnum um vikuskiftið
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV