Ljósið vann frálíkan fagnað

Ljósið vann frálíkan fagnað
Spæligleði, hugflog, breidd og orginalitetur. Tað vóru nakrar av dygdunum, sum dómararnir knýttu at bestu framførsluni á fimleikafagnaðinum
28.11.2023 - 11:00

Tað var javnt. Tað var sera javnt.

Tað løgdu dómararnir dent á, eftir at tey fimm luttakandi fimleikafeløgini høvdu verið á gólvinum í Norðurlandahúsinum fyri seinastu ferð sunnudagin.

Tá tað kom til skarpskeringar, var framførslan hjá Ljósinum kortini hon, sum stóð sterkast.

Spæligleði, hugflog, breidd og orginalitetur vóru nakrar av dygdunum, sum dómararnir knýttu at framførsluni hjá vinnandi felagnum.

 - Vit hava hugsað nógv um at fáa allan pallin og allar kenslurnar við í spæl, og eg haldi, at vit vunnu, tí vit vóru øðrvísi og tí, at tað var listarligt, segði Margreta Eyðunsdóttir Samuelsen, íðkari og venjari í Ljósinum.
 
Ljósið lýsti evni pátrúgv við framførslu um stjørnuspeki og vann fyri fjórðu ferð.

Havnar Fimleikafelag, Klaksvíkar Fimleikafelag, Fimleikafelagið Støkk, Fimleikafelagið Flog og Fimleikafelagið Ljósið vóru við á fagnaðinum, har eini 500 fimleikarar vóru á gólvinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444