Teitur við aftur: Hørð kapping um málmansplássið á fótbóltslandsliðnum

Teitur við aftur: Hørð kapping um málmansplássið á fótbóltslandsliðnum
Teitur Matras Gestsson er við aftur á fótbóltslandsliðnum, og hann skal royna at vinna plássið aftur frá Mattiasi Lamhauge, sum stóð væl í fjør. Venjarin letur væl at
11.03.2024 - 18:36

Kappingin um málmansplássið á landsliðnum er hørð.

Fyri nøkrum árum síðan skiftust Gunnar Nielsen og Teitur Matras Gestsson um at byrja inni, men HB-málverjin var so nógv skaddur í fjør, at Mattias Lamhauge gjørdist fyrsta val.

Fyrrverandi B36-málverjin loysti uppgávuna til lítar, og harafturat var Bárður á Reynatrøð sannførandi, tá hann fekk kjansin.

Nú er Teitur Matras Gestsson aftur í hópinum, og hann bjóðar hinum báðum av um plássið millum stengurnar.

 - Eg vænti, at minst tveir málmenn fáa spælitíð hesa ferð, segði landsliðsvenjarin, Håkan Ericson.

 - Tað verður ein hørð kapping millum teir báðar, og Bárður hevur eisini staðið seg væl, tá hann er komin inn, sigur landsliðsvenjarin og minnir á avrikið hjá víkingamálverjanum, tá hann mátti avloysa skadda Mattias Lamhauge í málleysa javnleikinum í Albania í fjør.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Týsdag 30. apríl
Samværi 033 - at geva út
174140
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398