Landsliðsvenjarin: Tað verður torført at fáa stig

Landsliðsvenjarin: Tað verður torført at fáa stig
Men nógv annað er at spæla um, tá bestu føroysku hondbóltskvinnurnar taka ímóti Svøríki í EM-undankappingardysti á Hálsi mikukvøldið
03.04.2024 - 12:26

Vónirnar um javnleik ella sigur í EM-undankappingardystinum ímóti Svøríki eru smáligar.

 - Vit fáa neyvan stig. Tær hava eitt av bestu liðunum í Evropa, sigur landsliðsvenjarin, Claus Mogensen.

Føroyar taptu við 17 málum í útidystinum ímóti svium í heyst, men munurin skal ikki vera eins stórur hesa ferð.

 - Eg vænti og vóni, at vit klára at minka um munin í mun til seinast, tá tað var ógvuliga trupult í seinna hálvleiki, so um vit klára at minka um málmunin, hevði tað verið ótrúliga gott, sigur Turið Arge Samuelsen.

 - Vit hava eisini bøtt um okkara spæl síðan ta ferðina, og megna betur at spæla ein heilan dyst á góðum stigi, sigur Claus Mogensen.

 

Ongin Maria og tað kemur illa við

Tað kemur illa við, at Maria Pálsdóttir Nólsoy breyt sær fingurin í venjing fyrr í vikuni. Bakspælarin úr Neistanum spælir vanliga ein lutfalsliga stóran leiklut í føroysku bakketuni.

 - Okkara álopsspæl viknar munandi, tí Maria er sterk ein ímóti einari, og dugir væl at meta um, hvussu spælast skal í hvørjum einstøkum føri, og vit fara at sakna hana, sigur Claus Mogensen.

Natasja Hammer er kallað inn í staðin fyri Mariu Pálsdóttir Nólsoy, og Føroyar fara at leggja seg eftir skjóta spælinum, sum millum annað Jana Mittún og Súna Krossteig Hansen standa fyri.

 - Men tað, sum eisini hevur stóran týdning, er at vit byggja ordiliga upp og fáa avsluttað okkara álop, tí sviar eru eitt av heimsins bestu kontraliðum, sigur landsliðsvenjarin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. mai
Góðan morgun Føroyar
174497
Hósdag 2. mai
Morgunlestur hósdagur 2. mai 2024
174292
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418