Samuel Chukwudi: Tað er gott at vera í HB

Samuel Chukwudi: Tað er gott at vera í HB
- Vit vóru eitt sindur trýstir, so tað var ordiliga gott, at hann setti hann upp í hornið, segði HB-miðverjin Samuel Chukwudi, um sigursmálið hjá Leivi Guttesen ímóti B36
05.05.2024 - 21:20

Samuel Chukwudi duldi ikki fyri, at alt ikki eydnaðist so væl, sum teir á HB-liðnum høvdu ætlað, í grannauppgerðini ímóti B36 í dag. 

Kortini eydnaðist at vinna dystin og fylgja við Víkingi í oddastríðnum í Betrideildini.

 - Vit spæla ikki so væl í dag. Teir hava bóltin nógv, og vit liggja og verja, segði miðverjin eftir dystin.

 - Vit høvdu ymiskt, sum vit skuldu gera, sum ikki eydnaðist alt ov væl, men tað bilar ikki, vit vunnu dystin. 

 

Leivur Guttesen var hetjan

Jacob Johansson skeyt HB framum, tá bert fimm minuttir vóru spældir, men í seinna hálvleiki javnaði Mattias Hellisdal fyri B36.

Teir hvítu og svørtu trýstu fyri at avgera, og hildu seg vera snýttar, tá Bjarki Nielsen fekk gult fyri at kasta seg ístaðin fyri at fáa fríspark ella brotsspark.

Tá átta minuttir vóru eftir, skeyt Leivur Guttesen sigursmálið fyri HB, sum hevur vunnið sjey av átta dystum í landskappingini.

 - Tað vóru nokk ikki nógv, sum høvdu væntað, at vit fóru at vera so langt frammi eftir átta dystum, so vit eru ordiliga væl nøgdir, og spælararnir í hópinum eru ordiliga væl nøgdir við venjaran, segði Samuel Chukwudi.

 - Tað er ein ordiliga góð kensla at vera í HB.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. mai
Jambalaja - 250524
175579
Leygardag 25. mai
Upp á tá
175573
Leygardag 25. mai
Vikan 25. mai 2024
175572
Leygardag 25. mai
Morgunlestur leygardagur 25. mai 2024
175333
Fríggjadag 24. mai
Vikuskiftið 24 mei 2024
175553
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 25. mai
Veðrið - teknmálstulkað
175571
Leygardag 25. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175565
Fríggjadag 24. mai
Veðrið
175555