Pauli Jacobsen: Eygað er ikki frískt enn

Pauli Jacobsen: Eygað er ikki frískt enn
Høgra eyga hjá føroyska landsliðsmálverjanum, Paula Jacobsen, er ikki lekt enn eftir skurðviðgerð fyrr í vár, og tað er óvist, um hann spælir ímóti Norðurmakedónia
06.05.2024 - 14:32

Føroyski málverjin, Pauli Jacobsen, spældi í verndarbrillum, tá hondbóltslandsliðið vandi í Hoyvík mánadag fyrrapart.

Playoff-dystirnir ímóti Norðurmakedónia, har HM-pláss stendur upp á spæl, nærkast, men tað er ikki vist, at HØJ-málverjin verður á vøllinum. Høgra eyga er ikki lekt enn eftir skurðviðgerð fyrr í vár.

 - Tað er blivið væl betri, men tað tekur eina tíð, áðrenn sjónin er heilt, sum hon skal vera í høgra eyga, greiðir Pauli Jacobsen frá.

 - Nú royni eg bara at spæla so væl, sum eg kann, við teimum fyritreytum sum eru í løtuni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. mai
Bolero - 26. mai 2024
175611
Sunnudag 26. mai
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
175599
Leygardag 25. mai
Jambalaja - 250524
175579
Leygardag 25. mai
Upp á tá
175573
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. mai
Møti úr Betesda í Klaksvík
175616
Leygardag 25. mai
Veðrið - teknmálstulkað
175571
Leygardag 25. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175565
Fríggjadag 24. mai
Veðrið
175555