- Tíðindi, mentan og ítróttur
Theresa Turiðardóttir Kreutzmann: Eg visti lítið og onki um skiftisárini
Hon var mitt í fjørutunum og hevði eitt serstakliga virkið lív við børnum og spennandi starvi, tá fyrstu eyðkennini vístu seg. Skjótt eftir orkaði hon illa upp úr songini, og hugurin til lívið fánaði.
Eg helt meg vera sjúka
Theresa Turiðardóttir Kreutzmann
Hon visti, at okkurt var galið, og helt, at hon kanska var blivin sjúk. Tí fór hon til lækna, har hon bleiv kannað fyri bæði eitt og annað. Millum annað var ein blóðroynd tikin fyri at vita, hvussu hormonella støðan hjá Theresu var. Kanningin vísti, at hon var í skiftisárunum.
Á netinum setti Theresa seg inn í kunningina um hormonviðgerð. Hon las um vansar og fyrimunir og gjørdi av, at hon skuldi hava hormonir. Hetta tók læknin hjá Theresu undir víð og skjótt eftir byrjaði Theresa við einum slagi av viðgerð, har ein fær hormonir gjøgnum húðina við at smyrja hormongelé á.
Eg fekk lívið aftur, skjótt eftir at eg byrjaði uppá hormonviðgerð
Theresa Turiðardóttir Kreutzmann
Tíbetur er hormonviðgerð ein møguleiki. Tí uttan hetta hevði eg ikki kunnað arbeitt so nógv, sum eg geri. Í dag fái eg hormonini við tablettum. Eg havi verið í hormonviðgerð í yvir fimm ár nú, og hóast viðmælt verður ikki at taka tey longur enn tað, so fari eg ikki at gevast.
Tí fyri meg er tað týdningarmiklast, at eg sleppi at liva mítt lív til fulnar.
Eg vil liva, ímeðan eg livi, tí velji eg hormonir
Theresa Turiðardóttir Kreutzmann