- Tíðindi, mentan og ítróttur
Venjarin: Meir skal til
Meir skal til, um Føroyar skulu klára seg í slíkum dystum sum hesum.
Tað segði venjarin hjá føroyska hondbóltslandsliðnum, Peter Bredsdorff-Larsen, eftir at dreymurin um HM-endaspæl í januar brast í Boris Trajkovski-leikhøllini í Skopje sunnukvøldið.
- Um vit skulu vera við á hesum stignum, krevst, at vit spæla á betri liðum, í sterkari deildum, eru betur fyri kroppsliga og kunnu spæla við uppaftur meiri intensiteti, tí tað er júst tað, Norðurmakedónararnir gera í dag, segði Peter Bredsdorff-Larsen.
Føroyar taptu 34-26 á degnum og við einum máli samanlagt, og ósigurin neit sjálvandi hjá spælarunum, sum ongar tænastur fingu frá turkisku dómarunum, helt venjarin.
- Ferðin og fysikkurin var á høgum altjóða stigi, men dómararnir loyva eisini heimaliðnum nógv, segði venjarin.