Framleiða jodtablettir til allar Føroyar

Framleiða jodtablettir til allar Føroyar
Apoteksverkið kann innan nakrar fáar tímar framleiða nóg nógvar jodtablettir til allar føroyingar, um illa vil til
18.06.2024 - 19:25

Í nøkrum av grannalondum okkara mæla myndugleikarnir fólki millum annað til at hava mat, jodtablettir og aðra tilbúgving tilreiðar, um til dømis eitt kjarnorkuálop brestir á.

Myndugleikarnir eru ikki komnir við nøkrum tílíkum boðum í Føroyum, men um tílík boð skuldu komið, kann Apoteksverkið upp á stutta tíð framleiða nóg mikið av jodtablettum til allar føroyingar.

Jodtablettir gera, at skjaldkertilin ikki upptekur geislavirkið jod. Tað vil minka um vandan fyri at fáa krabbamein í skjaldkertilin.

Fólk undir 40 ár og kvinnur, ið eru við barn, verða vanliga mæltar til at taka jodtablettir í eini tilbúgvingarstøðu.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 26. juni
Mono - Hjalte Bachmann - 260624
177296
Mikudag 26. juni
Oddvør Johansen
177293
Mikudag 26. juni
EM-tíðindi: 26. juni 2024
177276
Mikudag 26. juni
Morgunlestur mikudagur 26. juni 2024
177128
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
177273
Týsdag 25. juni
Veðrið
177246
Týsdag 25. juni
3-2 (24.juni 2024)
177215
Leygardag 22. juni
Video: 5mf kvinnur, Jóansøka 2024
177125