- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meg minnist

Sangarin og entertainarin Robert Mc.Birnie er uppvaksin suðuri í Vági, men av uppruna er hann hálvur breti og hálvur sørvingur. Til Vágs fór hann sum pinkulítil við mammu síni Kristinu Hansen hjá Tofta Binu og Stoffa Jákupi í Sørvági.
Vágur var ein lívlig bygd við nógvum spæli og virksemi alt árið. Robert gekk í skúla hjá Johan Djurhuus skúlastjóra í Vági og spældi fótbólt við VB. Áhugan fyri sangi fekk hann frá mammuni.

Meg minnist
Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.
Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.



