Størri skógarøki og lívgandi planting

08.10.2012 - 13:54
Lívsstílur
Størri skógarøki og lívgandi planting
Fyrsta oktober hevði Tróndur Leivsson verið í starvi sum landsskógarvørður í 25 ár. Tróndur Leivsson er Morgungestur.hesaferð.
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

Fyrstu umleið 20 árini var starvið skipað sum leiðari fyir sjálvstøðuga stovnin Skórøkt landsins. Síðan juni 2007, tá Skógrøkt landsins varð niðurløgd sum sjálvstøðugur stovnur, hevur virksemið verið skipað sum partur av Umhvørvisstovuni, nú sum deildin Skógrøkt. Saman við ymsum samstarvsfeløgum hevur Tróndur staðið fyri at byggja upp Gróðurstøðina í Miðhoydølum, har ein stórur partur av eftirspurninginum á plantum og runnum her í landinum verður nøktaður. Høvuðsvirksemið hevur tó verið umsitingin av skógfriðaðu viðarlundunum kring landið, og í samstarvi við Skógfriðingarnevndina hjá landsstýrinum at menna áhugan fyri planting kring landið. Minniliga Jólaódnin í 1988 broytti nógv í gomlu viðarlundunum, sum tó samstundis opnaði møguleikan fyri nýskipan av hesum økjunum, millum annað við størri fjølbroytni fyri eygað. Tróndur Leivsson varð útbúgvin í Noregi í skógarfrøði og náttúruumsiting og starvssettur í Føroyum í 1987. Tróndur Leivsson hevur eisini havt álitisstørv í norðurlendskum høpi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. mai
Ein dagur í Nuuk - teknmálstulkað
192506
Mikudag 28. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192491
Týsdag 27. mai
Veðrið
192469
Týsdag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192266