Kepler hevur funnið 3000 fremmandar gongustjørnur

18.01.2013 - 17:07
Lívsstílur
Kepler hevur funnið 3000 fremmandar gongustjørnur
Rúmdarstjørnukikarin Kepler, sum leitar eftir fremmandum gongustjørnum langt úti í rúmdini, hevur funnið fleiri túsund sokallaðar exoplanetir

Steve Howell sum starvast á NASA Ames Research Center, greðir í sendingini frá hvussu stjørnukikarin Kepler virkar og hvussu tey finna fremmandar gongustjørnur, fleiri hundrað til túsund ljósár, úti í rúmdini.

?Jólatrøðini eru full í skordýrum?, tað sigur Jens-Kjeld Jensen, sum í ár hevur fingið fleiri skordýr sendandi, sum fólk hava funnið skríðandi á jólatrønum. Talan er um ormverur og tekur, sum fólk hava fanga og sent til Jens-Kjeld Jensen.

?Frá tí minsta til tað størsta, eru eini 10.000 skordýr á einum jólatræðið? sigur Jens-Kjeld Jensen

Hava einstakir munkar búð í holum, aðrenn víkingarnir komu til Føroya? Tað setur fornminnisfrøðingurin Eyðun Andreassen spurnartekin við. Hann heldur at hetta er tann reini heilaspuni.

Og kann ein brúka ymiskan fugl, til óbeinleiðis at skilja broytingar í havumhvørvinum, bæði tá ræður um vistfrøði og dálking. Hetta er ein spurningur sum fuglafrøðingurin Sjúður Hammer hevur sett sær fyri at kanna.

Hesi evnini verða umrødd í sendingini, sum tú kanst hoyra her:

Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. oktober
Jambalaja - 191024
182302
Leygardag 19. oktober
Vikan 19. oktober 2024
182301
Leygardag 19. oktober
Upp á tá - 181024
182298
Fríggjadag 18. oktober
Vikuskiftið 18. okt. 2024
182282
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 19. oktober
NM í vektlyfting 1:2
182288
Fríggjadag 18. oktober
Kom á val 01
182263
Fríggjadag 18. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182249
Fríggjadag 18. oktober
Veðrið
182278
Hósdag 17. oktober
Sært tú fuglin? II (2:2)
182194