- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brunsj

<p>Áðrenn hon dugdi at ganga, dugdi hon at syngja - og hon hevur sungið síðani. Tónleikur hevur havt ómetaliga stóran týdning í hennara lívi. Joanna Johansen greiðir frá sínum tónleikalívi, sínum starvi sum fólkaskúlalærarinna, sum mamma, og hvussu tað er at vera støk kvinna í sínum bestu árum. Niels Uni Dam ummælir nýggju fløguna "Anywhere You Wanna Go" hjá Jens Marna Hansen.</p>

Brunsj
Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00..
Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo
Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)











