- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brunsj

27 ára gamla Miriam Gunnarsson greiðir frá sínum barna og ungdómsárum. Hvussu hon minnist lívið, tá ið mamman var stakur uppihaldari, og peningurin ikki var so nógvur. Tískil kundi Miriam ikki alt tað, sum flest øll onnur born høvdu ráð til. Eisini minnist Miriam sína fyrtsu stóru hjartasorg, sum vardi í fleiri ár. Henda hjartasorg og deyðin hjá biologiska pápanum, hevur sett síni spor. Miriam greiðir millum annað eisini frá sínum lívs kærleika, Janus Gunnarsson, sum hon giftist við, bert 19 ára gomul, og síðst men ikki minst, greiðir hon frá sínum høgt elskaða starvi, sum myndakvinna. Niels Uni Dam ummælir nýggju fløguna, Vónin Er, hjá Guðrun & Bartal, ið varð givin út tann 5. apríl í ár.

Brunsj
Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00..
Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo
Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)











