Country festivalurin klárur við skránni

02.05.2013 - 12:25
Lívsstílur
Country festivalurin klárur við skránni
17 bólkar eru við til Countryfestivalin í Sørvági. Nakað nýtt er, at krikjan eisini luttekur í festivalinum

Síðan samrøðan varð gjørd í gjár, hevur countryfestivalurin fingið játta ein bólk afturat, og tað eru teir tríggir Ólavur, Milson & Niels:<br />
Nøvnini eru kend heilt aftur til 60`ini. Ólavur Højgaard, Milson Zachariassen og Niels Midjord.<br />
Ólavur er countrymmaður burturav, sum vit best kenna frá Vestmonnum, Milson, "The Grand Old Man" Zachariassen, innan tónleikin í Føroyum, er kendur frá m.a. Faroe Boys, har hann spældi bass. Milson man verða fyrsti og elsti, steelguitarspælarin í Føroyum. Niels er mest kendur fyri sín eyðkenda vísusang, hann hevur fleiri útgávur aftanfyri seg, í løtuni arbeiður hann við at leggja seinastu hond á nýggja fløguútgávu har hann tulkar Leonard Cohen. Á country- & bluesfestivalinum er tað countrytónleikurin á skránni hjá hesum garvaðu monnum, Teir spæla nýggjan countrytónleik, sum teir sjálvir hava gjørt, umframt útlendskan countrytónleik<br />
<br />
Tey seytjan luttakandi einstaklingar og bólkar eru: Eve Selis, Tamra Rosanes, Hallur Joensen, Kristina Bærendsen, Uni Debess, Tinganest, Rannvá Vesturklett, Sámal Ravnsfjall, Jackson, Blátt Gras, Magni Christiansen, Froðbiar Sóknar Bluesorkestur, Holgar & Tórfríð, Four MENh, Jørgen & Jákup, Punjab og Ólavur, Milson & Niels.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860