TB ætlar fótbóltshøll og vallaraheim við Stórá

06.06.2013 - 16:24
Ítróttur
TB ætlar fótbóltshøll og vallaraheim við Stórá
Formaðurin í TB skrivaði fyri stuttum grein, har hann hevði stórar tankar um økið við Stórá. Vit práta við hann og umboð fyri kommunu og ferðavinnu

André Dalfoss er formaður í Tvøroyar Bóltfelag, Poula Strøm er ferðavinnuleiðari á Tvøroyar, og Hallur í Heiðunum er býráðslimur á Tvøroyri. Greinin var henda: Lykilin til ferðavinnuna?

- Fólkið á Tvøroyri eigur í dag nýggjasta og besta fótbóltsvøll í landinum, nýtt og framkomið ítróttarhús og harumframt Føroya stásiligastu ítróttarhøll. Tvøroyrar Býráð hevur gingið á odda og gjørt okkum økið við Stórá til veruleika. Okur eru ómetaliga glað og takksom fyri hettar økið. Havi mangan hugsað og frætt um møguleikarnir fyri eini ferðavinnu her á plássinum.

- Eg haldi, tíðin er komin, har okur bjóða ítróttarøkið við Stórá fram fyri Føroyum og seinni víða um heim. Nógv góð boð hava verið frammi, og nógv er uttan iva um at koma undan kavi. Eg vil hervið geva mítt boð uppá eina byrjan og sum eina ítøkiliga ætlan: eitt íkast til komandi ferðavinnu (og at ferðast í egnum landi) og menning av ítróttarmentanini á plássinum.

- Okur fara i samráðingar við FSF, har økið verður lagt fram sum venjingarlega fyri U- & A-landslið hjá monnum og kvinnum. - lokalu fótbóltsfeløgini í landinum skulu bjóðast suður í venjingarlegu áðrenn kappingarárið byrjar og meðan summarsteðgur er. Hetta í staðinfyri, sum nú er, at nøkur av liðunum fara av landinum og brúka stórar upphæddir. - seinni kunnu so feløg uttan úr heimi koma uppá tal!

- Steypafinalur í fótbólti skulu frameftir eisini bjóðast fram her á staðnum. -Ein ítróttar/eftirskúli kann byggjast skamt frá vøllinum.

- Frameftir síggi eg eisini fyri mær, at hettar økið, við góðum stuðuli, verður útbygt enn meira, so hús verður bygt aftrat til hýsan av ítróttarfólki. -um arbeitt verður miðvíst og málrættað, vilja okur vísa FSF/FIFA/UEFA, at hetta er staðið, har Føroya fyrsta innandura fótbóltshøll skal byggjast.

- Hetta hevur fyrr verði tosað um Norðanfjørðs, men tað vísir seg bert at kunna gerast veruleiki, um FIFA/UEFA stuðla. Økið annars letur upp fyri óendaligum møgeleikum. Ítróttarhøllin skal bjóðast fram eftir sama leisti til venjingarlegur hjá vetrarítróttinum (flogbólt, hondbólt, borðtennis, fimleik o.a.) - ítróttarhøllin hevur hýst flogbóltsfinalum, har TB Flogbóltur hevur staðið á odda, og alt er væl og virðiliga úr hondum greitt.

- Hetta skal víðkast til eisini at umfata finalur innan annan ítrótt. Økið við Stórá kan blíva Føroya Størsta Ítróttarøki, við egnari leiðslu og menningartoymi. Tvøroyri, og Suðuroyggin sum heild er tá komin á ferðavinnubreddan og vil tá einans síggja framgongd. André Dalfoss.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860