Lognberg setir limaskapin í Javnaðarflokkinum upp á spæl

12.08.2013 - 11:02
Innlendis›Politikkur
Lognberg setir limaskapin í Javnaðarflokkinum upp á spæl
Gerhard Lognberg, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, er til reiðar at seta limaskap sín í Javnaðarflokkinum upp á spæl til frama fyri ein undirsjóvartunnil í Sandoynna
Gerhard Lognberg er tilreiðar at seta limaskapin í Javnaðarflokkinum upp á spæl fyri ein sandoyartunnil.

Aksel V. Johannessen, formaður í Javnaðarflokkinum, segði við in.fo í gjár, at hann væntar og vónar, at Gerhard Lognberg, eins og allir aðrir tinglimirnir hjá flokkinum, atkvøður fyri uppskotinum, sum Aksel Johannessen hevur lagt fyri tingið saman við

 

Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi. Tey bæði ynskja at leggja bæði eysturoyartunnilin og sandoyartunnilin í eitt alment partafelag.


Innanhýsis trupulleiki í Javnaðarflokkinum
 

Er Javnaðarflokkurin ikki samdur, hevur flokkurin ein innanhýsis trupulleika, sum má loysast áðrenn atkvøðugreiðslan kemur fyri tingið, sigur Aksel Johannessen við in.fo.
 

Men Gerhard Lognberg letur seg ikki ræða av slíkum hóttanum. Vit spurdu hann, um hann er við at venda Javnaðarflokkinum bakið.


Hoyr samrøðuna við Gerhard Lognberg!

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Undansending
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860