Landsstýrismálanevndin umhugsar tunnilsmálið

bannari
15.08.2013 - 14:46
InnlendisPolitikkur
Landsstýrismálanevndin umhugsar tunnilsmálið
Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, var fyrrapartin kallaður til fundar við landsstýrismálanevndina
Landsstýrismálanevndin hevur í dag hoyrt Kára P. Højgaard í málinum um Skálafjarðartunnilin.

Landsstýrismálanevndin vil hava at vita, hví landsstýrismaðurin tvíheldur um, at sáttmálin at byggja Skálafjarðatunnilin skal vera loyniligur fyri løgtinginum.


Helt upplýsingar frá Landsverki aftur
Landsstýrismálanevndin vil eisini hava at vita, hví landsstýrismaðurin ikki lat løgtinginum upplýsingar frá Landsverki, tá hann svaraði einum grein 53-fyrispurningi frá Høgna Hoydal og Aksel V. Johannesen um Skálafjarðatunnilin. Upplýsingar, sum hansara egna aðalráð hevði biðið um frá Landsverki í sambandi við prísmunin á einari almennari og einar privatari tunnilsloysn.
Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, var ikki nøgdur við svarið frá Landsverki, tí valdi hann ikki at bera tað niðan í løgtingið. Hoyr samrøðu við Kára P. Højgaard, landsstýrismann, og Sirið Stenberg, løgtingskvinnu og forkvinnu í Landsstýrismálanevndini!

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444