Landsstýrismálanevndin eigur at kanna alt málið

bannari
19.09.2013 - 16:01
InnlendisPolitikkur
Landsstýrismálanevndin eigur at kanna alt málið
Formaðurin í Javnaðarflokkinum heldur, at tað er ov lítið bara at kanna spurningin um milliónina til CIP

Fyri at beina allan iva burtur, eigur landsstýrismálanevndin at kanna alt málið um Skálafjarðartunnilin.
 

Nevndin hevur gjørt av at taka málið til viðgerðar, um fyrrverandi landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard, er farin út um sínar heimildir við at undirskriva eina avtalu við Copenhagen Infrastructure Partners um at rinda 1 miljón kr., tí sáttmálin ikki varð undirskrivaður í seinasta lagi 31. august.
 

Tað er ikki nóg mikið, heldur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum.
 

Landsstýrismálanevndin eigur at kanna alt málið, tí alt ov nógv hongur í leysum lofti, og tað kann eingin liva við, Aksel V. Johannesen. Hann sigur seg vera samdan við Hendrik Old, tingmann, sum ikki vil skriva undir at seta kanningarstjóra, fyrr enn landsstýrismálanevndin kemur við sínari niðurstøðu.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592