Mentanargrunnurin fær fleiri pengar

02.10.2013 - 10:04
Innlendis›Samfelag
Mentanargrunnurin fær fleiri pengar
Listafólk vilja síggja endaligu samtyktina í løgtinginum áðrenn boykottið verður sett úr gildi

Játtanin til Mentanargrunnin hækkar eina millión næsta ár.

Tað stendur í fíggjarlógaruppskotinum, sum er lagt fyri løgtingið.

Játtanin til grunnin, sum skal stuðla mentanarlívinum stendur til at hækka úr góðum 5,2 milliónum til góðar 6,2 milliónir næsta ár.

Tað var í fjør, at 52 listafólk skrivaðu undir at boykotta alt mentanarligt virksemi, sum landsstýri stendur fyri, fyri at mótmæla, at landsstýrið skar játtanina til Mentanargrunnin við 1,1 millión í fjør.

Men listarfólkini kunnu fegnast. Tí í 2015 hækkar játtanin við einari hálvari millión afturat - upp í góðar 6,7 milliónir krónur - tað vil siga 400.000 krónur meira enn upprunaliga játtanin áðrenn boykottið.

Sunnleif Rasmussen, tónaskald, legði fyri einum ári síðani upp til listaboykottið.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040