- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brunsj

Marita Dalsgaard er í løtuni heima í føroyum og leikstjørnar sangleikin Sangur í mjørka, ið verður frumsýndur í Sjónleikarhúsinum tann 2. november.
Í Brunsj greiðir Marita frá tilveruni sum professionellur sjónleikari og leikstjóri. Práta verður eisini um yrkisleiðina hjá manni hennara, Olaf Johannesen, sum í hesum døgum telist millum best umtøktu sjónleikarar í bæði Týsklandi og Danmark.

Brunsj
Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00..
Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo
Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)











