- Tíðindi, mentan og ítróttur
Radarin
Í londunum kring okkum er ST-konvensjónin móti korrupsjón sett í gildi, men tað er hon ikki í Føroyum. Vit skifta orð við løgfrøðing og búskaparfrøðing um evnið og spyrja, hvat skal til fyri at fyribyrgja korrupsjón í Føroyum.
Føroya Symfoniorkestur fyllir 30 ár í ár, men framtíðin hjá føðingardagsbarninum sær ikki bjørt út, tí fíggjarliga orkan er ov lítil. Stjórin í orkestrinum greiðir frá støðuni í dag, og landsstýrismaðurin í mentamálum svarar spurningum.
Hvussu høga løn fær løgmaður? Hvussu verður við eftirlønini? Og hví skulu løgmaður og landsstýrisfólkini upp í løn? Forkvinnan í arbeiðsbólkinum, sum hevur gjørt álitið um lønarviðurskiftini greinar nøkur av tilmælunum.
Fólk, sum hava verið innløgd fyri sálarsjúku, hava leingi sóknast eftir hjálp til at koma aftur á arbeiðsmarknaðin. Í løtuni verður arbeitt við at stovna eitt Fountainhús fyri sálarsjúk. Men hvat er eitt fountainhús, og hvørji eru útlitini fyri, at húsið kemur.
Tað kostar arbeiðsleysum dýrt at átaka sær fyrifallandi arbeiði í ov langa tíð hjá sama arbeiðsgevara. Arbeiðsloysisskipanin er fyri fulltíðararbeiðsleys, men kann skipanin broytast? Formaðurin í ALS kemur við sínum sjónarmiðum.
Grækaris Djurhuus Magnussen, Karolina Thostrup og Solby Christiansdóttir leggja tilrættis.