- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brunsj

Týsdagin tann 8. oktober varð nýggja fløgan hjá Holgari Jacobsen, Kanska tú svav, givin út á føroyska markanðin. Á fløguni eru 12 sangir, av teimun hevur Holgar skriva ellivu, og Jóan Jakku guttesen gjørt ein tekst. Síðsta lagið er tøkulagið Syneta, ið Bubbe Mortens hevur skrivað.
Grundupptøkurnar eru gjørdar í Bloch Studio tann 23. til 25. apríl í ár, og síðan í Finnursa studio við Svalbardsvegin. Finnur Hansen hevur framleitt, tikið upp, miksað og mastrað.
Tónleikarar á fløguni eru Tórfríð Tavsen sang og kór, Rógvi á Rógvu trummur, Mikael Blak, bass, Finnur Hansen, tangentar, slagverk, horn og kór, Ólavur Olsen, horn, Holgar Jacobsen, gittarar og sang.
Í sendingini sigur Niels Uni Dam sína hugsan um nýggju fløguna, eins og fleiri sangir av útgávuni verða spældir.

Brunsj
Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00..
Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo
Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)











