Skálafjarðartunnilin fyri løgtingið í ár

bannari
11.11.2013 - 16:10
InnlendisPolitikkur
Skálafjarðartunnilin fyri løgtingið í ár
Politiski vilji er til, at Skálafjarðartunnilin kann koma fyri løgtingið í ár. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, sum arvaði tunnilsmálið, tá Kári P. Højgaard varð koyrdur til hús

Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður og formaður í Sjálvstýrisflokkinum, sigur seg bera ótta fyri, at tunnilsmálið fer fyri bakka, tí einki hendir í málinum.

Danska felagið, CIP, er sinnað at lata sítt tilboð um at byggja, eiga og reka Skálafjarðartunnilin galda til árskiftið, og felagið hevur følt seg fyri í fíggjarmálaráðnum.

Men boðini frá landsstýrismanninum vóru, at ongar samráðingar verða, fyrr enn løgtingið er liðugt at viðgera málið.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537