Skálafjarðatunnilin í vanda

bannari
11.11.2013 - 12:16
InnlendisSamfelag
Skálafjarðatunnilin í vanda
CIP er sinnað at leingja freistina at gera tunnilin til 31. desember, og tí skilir Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður, ikki, at einki hendir í málinum

Samgongan stendur sum ryssa yvir deyðum fyli í tunnilsmálinum.

Tað segði Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður, í formansfrágreiðingini á landsfundinum hjá Sjálvstýrisflokkinum um vikuskiftið.

CIP er sinnað at leingja freistina at gera tunnilin til 31. desember, og tí skilir Kári P. Højgaard ikki, at einki hendir í málinum. Og hann skilir als ikki, at rættarnevndin hevur fingið longt freistina at viðgera tunnilsuppskotini til 4. februar.

Kári P. Højgaard sigur seg ikki vita, hvat hendir við miljónini, sum CIP skuldi fáa 4. september.

Kári P. Højgaard heldur ikki, at málið at seta kanningarstjóra eigur at seinka málinum um Skálafjarðartunnilin.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431