Fer undir kanningararbeiðið alt fyri eitt

bannari
19.11.2013 - 15:58
InnlendisPolitikkur
Fer undir kanningararbeiðið alt fyri eitt
Annfinn V. Hansen dugir ikki siga, hvussu langa tíð tað fer at taka at kanna handfaringina av málinum um Skálafjarðartunnilin

Annfinn V. Hansen, advokatur, sum er settur a kanna, hvussu løgmaður og Kári P. Højgaard, fyrrv. landsstýrismaður, hava handfarið málið um Skálafjarðartunnilin fer til verka beinan vegin.


Hann hevur júst fingið arbeiðssetningin, og fer nú at gera sær eina mynd av, hvussu kanningin skal leggjast til rættis.


Annfinn V. Hansen dugir ikki at siga, hvussu drúgt kanningararbeiðið verður, men hann leggur dent á, at tað skal geras til lítar.


Hoyr samrøðu, sum Óluva Zachariasen hevur gjørt við Annfinn V. Hansen.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444